BRIDGE
2. Jóladag var opin parakapping í Bridgehúsinum í Havn. Hetta var tann sonevnda Restorffs Jólabridge-kappingin, sum ætlandi skal vera ein afturvendandi kapping á jólum. Ivasamt var frammanundan, hvussu nógv orkaðu at reisa seg upp frá teimum trivaligu jólaborðunum, men tá kappingarleiðarin, Johannes Skaarup, skeyt startskotið av til kappingina, sótu 24 leikarar um tey 6 bridgeborðini, har fleiri vóru útisetar komnir heim at halda jól.
Kappingin eydnaðist framúr væl, og eiga fyrireikararnir stórt rós uppiborið fyri tað. Leikt vóru 33 spøl, og tað var um reppið, at eitt av teimum nýggju og ungu pørunum, Eyðun Jakobsen og Jana Mikkelsen, fóru við sigrinum. Eyðun hevur spælt bridge í nøkur ár, men Jana er eitt óskrivað blað, sum nú í fleiri kappingum hevur víst framúr góð evni til hetta spælið. Á sjálvari málstrikuni eydnaðist kortini teimum ungu veteranunum Boga Simonsen og Arna Mikkelsen at taka seinasta stikkið.
Tey trý fremstu pørini (miðal er 165):
Bogi Simonsen ? Arne Mikkelsen210
Eyðun Jakobsen ? Jana Mikkelsen207
Gunnar Mouritsen ? Høgni Vesturklett195
Her er eitt spennandi spæl frá kappingini:
S/-KJ10
Q32
K1084
J92
Q8763A9
KJ92A105
3265
Q4AK10876
542
876
AQJ97
53
SVNE
Allan Dal-
ChristiansenArne
MikkelsenFinnbjørn
OlsenBogi
Simonsen
2rupass3ru3ut!
passpasspass
Hvat hevði tú meldað sum Eystan?
Bogi valdi 3ut, sum vanliga boðar frá haldi í litinum hjá mótpartinum. Men hann vónaði, at antin makkarin hevði eitt hald, ella at útspælarin hevði ?gaffil í litinum og tí ikki fór at spæla hann út.
Og rætt var, Sunnan vildi ikki spæla út frá AQJxx í rútara og spældi í staðin hj8 út. Spælið endaði við, at Bogi fekk ikki minni enn 12 stikk og sjálvandi topp fyri spælið.
Jólakapping í Suðuroy
Millum jól og nýggjár var kapping fyri pør í Suðuroy. Øll Suðuroyggin var umboðað, og spæld vóru 33 spøl.
Úrslitið varð hetta:
1Jákup Hjaltalin - Dia Poulsen153
2Óli Holm - Páll Augustinussen144
3Johan í Smiðjuni - Andreas Djurhuus134
4Hans J. Joensen - Birgir Jacobsen129
5Áki Dimon - Knút Nygaard128
6Petur Gærdbo - Hjalmar Joensen123
7Einar Larsen - Ingi Petersen119
8Eyðun Svalbard - Andre Dalfoss114
9Petur og Jórun Winther99
10Niclas Ludvig- Sámal P. Johansen84
11Egill Steintórsson- Tove Poulsen82
Steypakappingin
14 lið eru við í steypakappingini í ár. Stór framgongd, má sigast, tí í fjør meldaðu einans 5 lið til, og kappingin varð avlýst.
Lutakast til steypakappingina var í Bridgehúsinum eitt av seinastu spælikvøldunum fyri jól, og úrslitið av tí spennandi dráttinum gjørdist hetta (tað fyrra liðið hevur heimadyst):
1. umfar
(A) Jens Pauli G. Nolsøe ? Carl Mikkelsen
(B) Jórun Johannesen ? Eyðun Anthoniussen
(C) Finn Ougaard ? Danny Transport
(D) Eyðun Jakobsen ? Marner Joensen
(E) Ásla Weihe ? Jóna Grunnveit
(F) Jákup Hjaltalin ? Per Kallsberg
1. umfar skal leikast innan 19. januar 2003. Drigið var eisini, hvussu leikast skal í 2. umfari, sum skal vera liðugt leikt innan 21. februar 2003.
2. umfar
(G) Vinnari F ? Vinnari E
(H) Vinnari A ? Vinnari B
(I) Reimund Langgaard ? Junior Buss Taxa
(J) Vinnari D ? Vinnari C
Semifinalur og finala verða leiktar 8. mars 2003, har Eysturoyar Bridgefelag er vertur. Semifinalurnar skulu leikast soleiðis:
Semifinalur
(K) Vinnari G ? Vinnari H
(L) Vinnari I ? Vinnari J
Í finaluni leika sjálvandi vinnari K móti vinnara L, og tað fyrra liðið er heimalið.
Vinnarin av steypakappingini skal umboða Føroyar í Rottneros í Svøríki í apríl mánaða, har allir norðurlendsku steypavinnararnir hittast. Føroysku steypavinnararnir fáa 12.000 kr í stuðli frá FBS til ferðina.









