Brideshead Reviseted

Ein av heimsins bestu sjónvarpsrøðum er kanska hendan tragiska søgan um romantiskan longsul og tap. Brideshead Reviseted er ein filmatisering av bókini hjá snobbuta Evelyn Waugh, ið kom frá bohemabólkinum og rithøvundafelagskapinum The Oxford Wits. Søgan um Charles Rider og vinin Lord Sebastian Flyte í Oxford er ein vøkur kærleikasøga um eina mista tíð. Vit síggja gjøgnum familjuna Marchmain fallið hjá enska heimsveldinum, og hvussu trúgvin avskeplar og at enda broytir øll. Jeremy Irons spælir her sín besta leiklut nakrantíð. Vit síggja eisini stórar leikarar sum Sir John Gielgud og Laurence Olivier. Hetta er stóra røðin, ið gevir ein hug til at opna eina fløsku av Château Lafite (1899, sjálvandi) og fara á eina ferð aftur til ungdómsins eksentrisku og mistu dreymar, áðrenn disillusiónir vunnu. Røðin finst á 3 DVD-fløgum og er 660 minuttir. Kostnaður uml. 500 kr. 198 kr. í Onglandi.

6 stjørnur av 6