ÍF er ikki at spæla við. Tað sást mikukvøldið, tá ið fuglfirðingar vunnu 2-1 á útivølli ímóti Víkingi, og tað sást aftur í dag, tá ið B36 var gestur í Fløtugerði.
Tað endaði við, at B36 vann 3-0, men tað var spenningur í, inntil tað restaðu fýra minuttir. Tað var ikki fyrr enn tá, at tað eydnaðist B36 at økja um munin til 2-0 og so 3-0.
Tá ið eitt korter var eftir, varð Brian Jakobsen skiftur inn í B36 álopið. Hann hevur verið skaðadarvaður, og síðani hevur hann havt ilt við at vinna pláss millum teif fyrstu ellivu.
Í dag varð hann skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og fýra minuttir undan leikloki økti hann um B36 leiðsluna til 2-0. Meinhard E. Olsen legði við frísparki úr vinstru og fram í brotsteigin, og innskifti Brian Jakobsen stýrdi við høvdinum bóltin inn við handara stólpa.
Tá var stórur fagnaður í B36 leguni, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað at staðfesta 3-0 sigurin við máli, sum Meinhard E. Olsen skoraði. Her var tað Brian Jakobsen, sum átti uppleggið.
Leingi var tað 1-0, og harvið reið tað um snarið, hóast B36 hevði fleiri málmøguleikar og fleiri spentar støður eftir nógv hornaspørk í fyrra hálvleiki.
Eftir B36 horna úr vinstru vóru fuglfirðingar óhepnir at gera sjálvmál í 9. minutti. Tá hevði B36 longu havt tveir heilt stórar møguleikar. Nú Milos Budakovic er skaddur, var 21 ára gamli Jákup Nolsøe Olsen millum ÍF stólparnar, og hann var ein brandur. Tað var hann beinannvegin, tá ið hann óræddur leyp ímóti og bjargaði.
B36 var leikliga oman á í fyrra hálvleiki, men ÍF spældi seg eisini til góðar málmøguleikar. Tann størsta vann ÍF miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri brotssparki til ÍF. ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard hevur higartil í ár skorað trý mál. Eitt av hesum málunum varð skorað við brotssparki. Jan hevur umsetti nógv brotsspørk til mál, men í kanska mest avgerandi brotssparksstøðuni, sum hann hevur verið í, eydnaðist tað ikki at skora. B36 málverjin, Rói Mørk Hentze, tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði.
Hvussu tað hevði spælt av, um ÍF hevði megnað at umsett brotsspark til mál og harvið 1-1 verður ongantíð svarað. Men at enda tryggjaði B36 sær trivaligan sigur, og harvið er árstalsfelagið framvegis við í kappingini um Europaplássini.
ÍF – B36 0-3 (0-1)
0-1: sjálvmál 39.
0-2: Brian Jakobsen 86.
0-3: Meinhard E. Olsen 92.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Gundur E. Peteren, Hákun Edmundsson (Pól Jákup Lundsbjerg, 90.) – Sámal Joensen, Filip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Hans Jákup Lervig, 71.) – Uros Stojanov
Gult kort: Andy Olsen
Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus
B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg (Martin Agnarsson, 88.), Stefan Radosavjlvic (Magnus Holm Jacobsen, 63.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 75.)
Gult kort: Magnus Holm Jacobsen
Venjari: André Olsen (fyri leikbannaða Jákup á Borg)