Brian skorar fyri Glostrup

Brian Andresen gjørdi góðan mun, tá ið hann í fjørsummar kom at spæla við B68. Danski álopsspælarin gjørdi fleiri mál og gekk annars undan á vøllinum. Nú er Brian Andresen aftur í Danmark og spælir fyri Glostrup. Í gjár skoraði hann eitt av málunum, tá ið Glostrup vann 3-0 á Skovlunde í donsku 2. deild eystur.