Brian setir treytir

Danska boksi-bamsan, Brian Nielsen, sum nú tosar um møguleikan at gera come-back í boksiringinum, sigur seg seta eina avgjørda treyt, um ætlanin skal gerast veruleiki. Hann vil nevnliga hava fyrrverandi venjara sín, Poul Duvill við sína lið. – Tey kunnu gloyma allar møguleikar. Poul er tann venjarin, sum kennir meg nógv best, og hann er eisini maður fyri at siga mær, at eg ikki eri til reiðar, um eg ikki eri tað, sigur Brian Nielsen við sporten.dk.