Brian og Teit eru í essinum

Skála venjarin heldur seg eiga kanska besta álopsspælaran í løtuni

Tað er fimta umfar og skálamenn fara í kvøld fyri triðju ferð at spæla ímóti liði úr høvuðsstaðnum.

Tað endaði við 2-0 tapi á heimavølli ímóti B36, meðan úrslitið á Argjum var 2-0 sigur og seinast vann Skála 3-0 ímóti Suðrinum. Seks stig og 5-0 í málmuni hevur seinnu árini ikki verið hvønndags kostur á Skála.

Í kvøld verður høvi at royna seg ímóti HB, sum av álvara tykist hava fótað sær. Í fjør var HB tvær ferðir á Skála, og tá endaði tað við tveimum málleysum javnleikum, meðan skálamenn vunnu 2-1 í Gundadali.

 

Sambært Skála venjaranum er fremsti álopsspælarin væl fyri:

-Ímóti Suðringum var munurin á liðunum, at tað var meiri broddur í okkara spæli, og Brian Jakobsen er sera væl fyri. Hann skoraði tvey mál og var við í uppspælinum til tað triðja. Hann hevur ongantíð skorað fleiri enn sjey mál, men eg vóni, at talið í ár verður tveysifrað, sigur Eyðun Klakstein.

Ólavur Mikkelsen er tøkur aftur eftir leikbann, og Ahmed Mujdragic er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Bárður Danielsen hevur verið óførur avloysari í miðverjuni.

Jákup Johansen og Jann Ingason Hansen eru langtíðarskaddir, og Haraldur R. Højgaard er darvaður av lærskaða.

 

HB hevur spælt javnt og vunnið tvær ferðir í trimum teimum seinastu umførunum.

-Skála tykist vera væl fyri, og tað eru vit eisini, so vit gleða okkum til at hitta teir á Skála í kvøld, sigur Dan í Soylu hjá HB.

Serliga eyðsýndur hesar seinastu ferðirnar hevur framrættaði Teit Jacobsen verið. Hann er sera skjótur, og sunnudagin á Hólmanum á Eiði fleiri ferðir noyddir at steðga honum við tí avleiðing, at teir sóu gult. Honum vera teir á Skála noyddir til at hava serliga vakið eyga við í kvøld.

Hjá HB eru Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov framvegis skaddir.