Brian Mikkelsen skal vitna í Eik-málinum í Føroyum

Illa gitin danskur spekulantur, handilsmiðstøðir í Týsklandi og aðrar verkætlanir elvdu til stór tap í Eik Banka.

 

Uppgerðin hjá danska statinum fyri tað sum staturin kallar vánaligar bankaleiðslur er nú komin til Føroya.

 

Føroya Rættur fór í dag undir enn eitt rættarmál í røðini av bankamálið, málið ímóti leiðslu, nevnd og grannskoðara í gamla Eika Banka.

 

Kravið frá Finensiel Stabilitet ljoðar upp á 150 milliónir krónur – og tað er sett fram ímóti tveimum táverandi stjórum, formanni og næstformanni í nevndini og eksterna grannskoðaranum.

 

Fyribils er 102 rættarfundir settir á skrá, og tað er nógv tað mesta í Føroyum nakrantíð.

 

Umframt at fleiri advokatar fara at flúgva aftur og fram millum Vágar og Keypmannahavn, so skal eisini Brian Mikkelsen, sum tá var búskapar-og vinnumálaráðharri í Danmark í 2010 og 2010  vitna í málinum, eins og fyrrverandi stjórin í Tjóðbankanum, Nils Bernstein.

 

Eins og í øðrum bankamálum, eitt nú Amagerbank og Roskilde Bank nýtir staturin orðið »óforsvarligt« sum niðurlag um tað, sum fór fram í Eik Banka fram til húsagangin í 2011.

 

Føroyski bankin hevði ein óstýriligigan dóttirbanka í Keypmannahavn, hvørs leiðsla eisini er skuldsett í einum øðrum rættarmáli í Eystara Landsrætti. Har er kravið 250 milliónir krónur.

/ritzau