Brian Littrell gevur avboð

Backstreet Boys stjørnan Brian Littrell, ið var stóra høvuðsnavnið hjá Fjarðafestivalinum, hevur givið avboð til festivalin. Fyrireikararnir eru skelkaðir, og umhugsa endurgjaldskrav, men avloysarin er funnin í rokkbólkinum Pillar. - Vit hava arbeitt í yvir eitt ár við at fáa Bran Littrell á okkara festival, og kundu fyri einum hálvum ári síðan kunngera, at hann kom. Sáttmálin er skrivaður og pengar eru fluttir til hansara, og so meldar hann avboð nú, sigur Eyðun Jacobsen fyriskipari av Fjarðafestivalinum.

Hann viðgongur, at hetta kemur sera illa við, og at festivalurin hevur roynt, at fáa Littrell til at broyta avgerðina. Men hetta er tíanverri ómøguligt.

- Arbeiðið við eini komandi Backstreet fløgu er seinkað, og tí fellur Fjarðafestivalurin saman við útgávukonsert hjá teimum í Kanada, og hetta er ómøguligt at broyta. Men tað er greitt, at hetta er sáttmálabrot og ræðuliga keðiligt, sigur Eyðun Jacobsen, og vísir á, at Fjarðafestivalurin nærum heilt víst fer at krevja endurgjald frá Littrell.

Síðan boðini bórust hevur Fjarðafestivalurin arbeitt dag og nátt fyri at broyta avgerðina ella fyri at finna ein hóskandi avloysara, og vit kunnu nú avdúka, at progressivi amerikanski rokkbólkurin Pillar kemur í staðin.

- Hetta er eitt sera stórt kristið tónleikanavn, liggur í stíli eitt sindur við P.O.D., men eru í løtuni betur enn P.O.D. Vit fingu jú eisini herfyri avboð frá EXTOL, og Pillar er eisini avloysari fyri EXTOL. Fyri okkara málbólk á Fjarðafestivalinum er Pillar eitt sera stórt navn, greiðir Eyðun Jacobsen frá og vísir á, at tey enn arbeiða við møgleikanum at finna onkran annan á skránna, ið liggur tættari við Brian Littrell í stíli, men í løtuni er einki avgjørt.

Tilber at hoyra tónleikin hjá Pillar á pillarmusic.com ella á myspace.com/pillar.