Brian Laws heldur fram

Formaðurin í Burnley, Barry Kilby, sigur sambært BBC, at hann væntar at Brian Laws heldur fram sum venjari, sjálvt um felagið longu nú er flutt niður í Championship, sum næstbesta deildin í Onglandi eitur.

 

Hetta sigur formaðurin hóast Brian Laws hevur tapt 14 av teimum 17 dystunum, hann hevur staðið á odda fyri, síðani hann tók yvir eftir Owen Coyle, sum fór til Bolton at verða venjari.

 

Bæði formaður og venjari vóna og rokna við, at tíðin í Championship verður stutt, og at felagið longu eftir einum ári verður at finna aftur í Premier League.