Brian Laudrup hevur krabbamein

Sjálvur sigur 41-ára gamli Brian Laudrup, at hann er við gott mót. Læknarnir geva Brian Laudrup góðar møguleikar at vinna á krabbameininum, tí tað er staðfest tíðliga, umframt at tað er eitt milt slag av lymfu-krabbamein.

 

Hann sigur víðari í tíðindaskirvinum, at hann ikki ger fleiri viðmerkingar til sjúkuna, men at hann heldur fram sum viðmerkjari hjá TV3.

 

Brian Laudrup spældi 82 landsdystir fyri Danmark og skoraði 12 mál, áðrenn hann í 1998 valdi at steðga á landsliðnum. Hann er í løtuni viðmerkjari hjá TV3, tá talan er Champions League sendingar.