Leygarkvøldið 10. oktober spælir A-landsliðið í fótbólti á útivølli móti Fraklandi. Vagnur Mohr Mortensen úr meistaraliðnum HB var ein av spælarunum, sum landsliðsvenjarin vildi hava við á ferðina til Fraklands og Rumenia, har Føroyar skulu spæla annað mikukvøld. Nú hevur Vagnur M. Mortensen givið avboð, og í hansara stað hevur Brian Kerr, landsliðsvenjari, sent boð eftir EB/Streyma spælaranum Brian Olsen. Harvið verða tríggir EB/Streyma spælarar í ferðalagnum. Hinir báðir eru Egil á Bø og Arnbjørn Hansen.