Brian Kerr hevur vunnið annan dystin sum føroyskur landsliðsvenjari. Í kvøld hevur hann syrgt fyri, at Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi.
Fróði Benjaminsen sendi Føroyar á sigurskós, tá tveir minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. Hann var rendur um koll í brotsteiginum eftir hornaspark, og dómarin ivaðist ikki. Føroyski liðskiparin var tryggur úr ellivu metrum.
Føroyar fingu brotsspark beinanvegin eftir steðgin. Tá var Arnbjørn T. Hansen feldur í brotsteiginum. Fróði Benjaminsen misnýtti úr ellivu metrum, men Arnbjørn T. Hansen var fyrstur á og sendi bóltin í netið.
Sander Puri var útvístur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyar vóru hepnar í fyrra hálvleiki, tá estar misnýttu nakrar upplagdar málmøguleikar. Millum annað bjargaði Einar Hansen á málstrikuni. Tá gestirnir úr Estlandi fingu reytt kort, høvdu Føroyar hinvegin fult tamarhald á dystinum. Tað eydnaðist ongantíð estum at svara aftur, og tað var sjáldan, at Jákup Mikkelsen var settur undir trýst.
Pól Jóhannus Justinussen var eisini vístur av vøllinum. Tað var í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Tá fekk hann sítt seinna gula kort.
Brian Kerr hevur sostatt vunnið tveir undankappingardystir sum føroyskur landsliðsvenjari. Tann fyrsti var tann 9. september 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 á Litava. Í dag eydnaðist at vinna 2-0 á Estlandi. Hann hevur skavað sjey stig saman í alt. Síðsta heyst spældu Føroyar javnt á heimavølli móti Norðurírlandi. ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
FØROYAR - ESTLAND 2-0
Dómari: Antti Munukka, Finnland
1-0: Fróði Benjaminsen, brts., 43.
2-0: Arnbjørn T. Hansen, 47.
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Einar T. Hansen - Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen - Arnbjørn T. Hansen, Christian Lamhauge Holst
94 Dysturin er liðugur. Føroyar hava vunnið!
92 Føroyar skifta út. Hjalgrím Elttør er farin út, og Súni Olsen kom inn.
91 Jákup Mikkelsen stórbjargar! Hann var í leysari luft, tá estar royndu seg við langskoti.
90 Fýra minuttir eru lagdir afturat.
89 Ein upplagdur møguleiki til estar! Bólturin kom inn í føroyska brotsteigin, Piiroja var hægstur, men framvið málinum.
89 Pól Jóhannus Justinussen fær reytt kort! Hann tveitti seg í glíðandi takkling og var sektaður við sínum seinna gula korti.
88 Føroyar hava fult tamarhald á støðuni.
85 Føroyar skiftir út. Christian R. Mouritsen loysir Christian Lamhauge Holst av.
83 Estland skiftir út. Kaimar Saag er farin út, og Sergei Mosnikov er komin inn. Leikgongdin er tann sama á Svangaskarði.
76 Sama støðan. Føroyar hugsa fremst av øllum um at varðveita leiðsluna. Estar fáa lítið pláss at spæla á, tá teir hava bóltin á føroysku hálvuni.
69 Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur framt fyrstu føroysku útskiftingina. Arnbjørn Hansen fór av vøllinum við skaða. Símun Samuelsen loysti hann av.
67 Estland skiftir út. Jarmo Ahjupera er farin út, og Gert Kams er komin inn.
65 Kaimar Saag var aftur nær við. Framherjin fór til stroks móti føroyska málinum og var púra einsamallur við Jákup Mikkelsen, tá hann sendi upp um málið.
62 Føroyar eru omaná. Reyða kortið tóktist taka broddin av álopsspælinum hjá Estlandi, og tað er serliga lítið hugflog í spælinum, tá estar royna at søkja at. Føroyingar spæla á sama hátt og ræðast ikki at spenna álopsbogan.
56 Sander Puri er útvístur! Hann tók ikki undir við dóminum, tá Pól Jóhannus Justinussen fekk fríspark. Hann sparkaði bóltin burtur, og var sektaður við einum gulum korti. Hann fekk eisini gult kort í fyrra hálvleiki.
52 Estland trýstir øgiligt nú, og føroyska liðið roynir at hóra undan sum frægast. Tað hevur ikki eydnast gestunum at sett Jákup Mikkelsen undir trýst eftir hvíldina.
47 2-0 TIL FØROYAR!! Fróði Benjaminsen missnýtti brotssparkið, men Arnbjørn T. Hansen var fyrstur á bóltinum og økti um leiðlsuna!
46 Brotsspark til Føroyar!! Arnbjørn T. Hansen var rendur um koll í brotsteginum, og dómarin peikaði á brotssparksblettin!
46 Seinni hálvleikur er byrjaður.
47 Nú er hálvleikur á Svangaskarði. Føroyar eru á odda, nú fyrra umfarið er spælt.
46 Estland søkir at føroyska málinum, men beint framvið málinum.
45 Enn ein føroysk roynd. Pól Jóhannus Justinussen longdi málsparkið við høvdinum, og Christian Lamhauge Holst vann nærdystin við Sander Puri. Framherjin smekkaði til úr spískum, men framvið málinum.
43 1-0 TIL FØROYAR! Fróði Benjaminsen var sera tryggur úr ellivu metrum. Føroyar eru á odda á Svangaskarði!
42 Brotsspark til Føroyar! Fróði Benjaminsen var hálaður niður eftir hornaspark, og dómarin ivaðist ikki!
35 Tað eru framvegis gestirnir, sum eru meira á bóltinum. Føroysku álopini eru mest einstaklingaavrik, har lítið spyrst burturúr. Sander Puri fær gult kort.
31 Føroyar hava havt fyrstu royndina. Christian Lamhauge Holst sendi inn fyri úr vinstru, og Arnbjørn Hansen stýrdi bóltin móti málinum úr spískum. Sergei Pareiko vardi væl fyri.
28 Sergei Zenjov var nær við at leggja Estland á odda! Hann var staddur áraka brotsteigarmarkið, tá hann smekkaði til, men bólturin fór í stólpan!
25 Estar eru meira á bóltinum, men teir royna seg mest sum bara við langum skotum. Føroyingar renna nógv eftir mótstøðumonnunum.
18 Einar T. Hansen bjargar á málstrikuni! Bólturin var stýrdur móti føroyska málinum eftir hornaspark. Jákup Mikkelsen fekk hondina á, men bólturin hevði framvegis kós móti málinum. Lukkutíð fyri føroyingarnar, var Einar T. Hansen staddur á málstrikuni og sparkaði bólturin burtur av vandaleið.
12 Tað hevur verið friðarligt seinastu løtuna. Føroyingarnir smæðast ikki burtur og royna at spæla seg til møguleikar. Hinvegin er møguleikin, sum Kaimar Saag fekk beinanvegin, einasti møguleikin higartil. Estar eru meira á bóltinum.
4 Jákup Mikkelsen er framvegis ikki førur fyri at skjóta málspørk. Málverjin er so mikið skaddur, at Rógvi Baldvinsson tekur málspørkini.
3 Kaimar Saag var púra einsamallur við Jákup Mikkelsen! Atli Gregersen og Rógvi Balvinsson, sum manna føroysku miðverjuna, misskiltu hvønn annan, og tá setti framherjin kósina móti málinum. Hann skjeyt framvið málverjanum - men tíbetur eisini framvið málinum. Føroyingar vóru hepnir.
1 Dysturin er byrjaður.










