Brian Kerr valt sínar stríðsmenn

Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur sett nøvn á leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í undankappingardystinum í Estlandi hin 11. august í ár

Millum teir meira óroyndu í landsliðssamanhangi, ið hava fingið afturval, eru HB leikarnir Tórður Thomsen og Rógvi Poulsen og ÍF liðskiparin, Høgni Zachariasen. Súni Olsen hevur ikki spælt nógv í seinastuni, so tað er óvist hvussu nógv hann kemur at taka lut í hesum landsdystinum. Hann sat yvir, tá Víkingur á Ólavsøku vann á B36 í Gundadali.

Oddaliðini flest umboð
Tey bæði feløgini, ið eru best umboðaði á landsliðnum eru eisini tvey tey fremstu í landskappingini, NSÍ og HB, við hvørsínum fimm leikarum. Av teimum tjúgu eru fimm útisetar, ið eru Atli Danielsen, Christian L. Holst, Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen og Atli Gregersen.

Hava spælt ímóti Estlandi fyrr
Føroyar hava fyrr spælt ímóti Estlandi. Tveir teir fyrstu dystirnair vóru venjingar dystir, ið vóru leiktir í 1996 og 1997. Tann fyrri endaði við 2-2 javnleiki, meðan Føroyar vann seinna dystin 2-0 í Tartu í Estlandi. Tí vóru vónirnr góðar, tá føroyska landsliðið tann 4. juni í 1998 fór til Estland í fyrsta EM undankappingardystinum í bólki 9. Vit fingu málmannin útvístan og alt endaði við einum kn+úsandi 5-0 tapi. Retur dystin á Tórsvølli taptu við 2-0.Í juni í 2008 spældu vit aftur venjingardyst ímóti Estlandi. Eftir hálvantíma av dystinum í Tallin var Estland á odda 3-0, men við tveimum málum frá Christian L. Holst og einum brotssparki frá Súna Olsen, javnaði føroyska landsliðið. Eitt korter fyri tíð skoraði Estland til endaliga úrslitið 4-3 til heimaliðið.

Sjálv ferðin til Estland
Ferðalagið fer úr Vágum 8. August til Keymannahavn, har gist verður á Quality Hotel í eina nátt. Síðani verður farið til Tallin í Estlandi morgunin eftir. Í Estlandi býr føroyska landsliðsferðalagið í Meriton Grand Conference & Spa Hotel. Morgunin eftir dystin mikudagin 11. august gongur leiðin til Keymannahavn áðrenn ferðalagið kl 10.05 hósmorgunin lendir í Vágum aftur.

Kunnu vit gera tað betri – 12 ár seinni?
Hetta er samstundis fyrsti dysturin í undankappingini til EM endaspælið í Pólandi og Ukraina, 12 ár eftir knúsandi 5-0 ósigurin fyri júst Estlandi í fyrsta undankappingardystinum til EM endaspælið í Hollandi og Belgia – so er spurningurin um vit kunnu gera tað betri hesaferð.