Tann nú fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin er vónbrotin av at samstarvið millum hann og føroyska fótbóltssambandið ikki heldur fram. Eg eri ikki vísur í, at eg og FSF hava somu tankar um hvussu føroyskur fótbóltur kann koma eitt stig víðari, sigur Brian Kerr við írska blaðið, Independent.
Brian Kerr hevur verið venjari hjá føroyska landsliðnum í áleið trý ár. Millum minniligu úrslitini eru sigrarnir á Litava og Estlandi, umframt javnleikin móti Norðurírlandi.
- Eg gjørdi alt tað sum eg kundi og eg var nógv burturstaddur. Eg eri glaður fyri at vit megaðu at flyta okkum frameftir og vit høvdu nakrar serstakar dagar, sigur Brian Kerr víðari.
Forsetin í FSF, Christian Andreasen, hevur fyrr sagt við Sosialin, at tað vóru nøkur ting teir vóru sera galðir fyri, men at tað eisini vóru økir, sum FSF saman fyri Brian Kerr máttu betra um, skuldi samstarvið halda fram.
-Vit í FSF hava verið nøgd við samstarvið við Brian Kerr. Við Brian Kerr sum landsliðsvenjara, hevur føroyska A-landsliðið rokkið góðum úrslitum. Tí harmar tað okkum, at tað ikki var møguligt at gera nýggjan sáttmála við Brian Kerr, sigur Christian Andreasen, FSF forseti í tíðindaskrivi, sum varð sent út mikudagin.
Fyribils er ongin greiður kandidatur til starvið sum landsliðsvenjari.
Undir greinini eru sjónbandabrot frá dystinum móti Norðurírlandi, Estlandi og Litava.