Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr kemur nú til Føroya fyri at síggja dystir í Vodafonedeildini.
Í kvøld verður Brian Kerr hjástaddur, tá Víkingur og 07 Vestur fara at spæla í Sarpugerði í Gøtu.
Sunnudagin fer hann eisini at hyggja eftir einum Vodafone-dysti. B36-KÍ og AB-ÍF vera báðir spældir klokkan 15, og fær nýggi landsliðsvenjarin sostatt ikki høvið at síggja tveir dystir í vodafonedeildini sunnudagin. Mánakvøldið fer Brian Kerr at hyggja eftir dystinum millum NSÍ og HB í Runavík.