- Linfield er sjálvandi tað dominerandi liðið í norðurírskum fótbólti, og tað er helst eingin ivi um, at teir ætla sær víðari í kappingini. Men sammetir tú við landsliðið hjá Norðurírlandi, sum jú er nakað sterkari enn okkara, so eru spælararnir hjá Linfield ikki nóg sterkir til hetta.
- Nú er nakað síðani, at eg havi sæð teir spælt, men tað er púra vist, at teir halda fast í síni 4-4-2 skipan, og at teir royna at herja á síðunum, soleiðis at vandamikil innlegg kunnu spyrjast burturúr.
- Hinvegin hava teir eisini sínar veikleikar, og spælir B36 upp til sítt besta, so ivist eg ikki í, at talan kann gerast um eitt sera gott úrslit, sigur Brian Kerr.










