Sunnukvøldið vann B36 landskappingardyst í Runavík 2-0.
Í kvøld var B36 aftur í Runavík, og aftur fóru teir í árstalsfelagnum suður við sigri. Nú vann B36 4-1 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki. B36 vann steypakappingina í fjør við sigri ímóti NSÍ, sum tapti í brotssparkskapping. B36 sigurin bar við sær, at B36 í summar fer at taka lut í europeiskari kapping.
4-1 sigurin í kvøld ber við sær, at B36 framvegis hevur møguleika at endurvinna steypakappingina. Tapið í kvøld ber við sær, at teir í NSÍ nú bara hava landskappingina at hugsa um. Tað munnu teir halda vera ivaleyst, tí NSÍ er næstniðast, og mánadagin verður mótstøðuliðið á Argjum AB, sum er á áttandaplássi.
Sunnukvøldið var Brian Jakobsen fremsti maður hjá B36, eftir at hann í langa tíð hevur verið burtur orsakað av skaða. Sunnukvøldið takkaði hann fyri við at skora til 1-0. Í kvøld var Brian Jakobsen aftur fremsti maður, og hann takkaði fyri við at skora tvey mál. Hann setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin, og hann økti til 3-1, tá ið ein lítil tími var farin.
20 minuttir undan leikloki avloysti Uros Stojanov Brian Jakobsen.
Eisini U-21 landsliðsspælarin Andrass Johansen skoraði tvey mál í kvøld. Hann økti um munin til 2-0 tveir minuttir eftir 1-0 málið, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti hann 4-1 sigurin.
Manningarliga sær tað frægari út hjá NSÍ nú, enn tað leingi hevur gjørt. Fleiri av teimum, sum verða roknaðir at eiga fast pláss, eru nú tøkir aftur, og næstu vikurnar fara teir ivaleyst at mennast. NSÍ málskjútti í kvøld var Pætur Hentze, sum tíggju minuttir undan steðginum minkaði um munin til 2-1.