Brian Kerr, landsliðsvenjari, kom til Frankaríkis longu týsdagin. Hetta fyri at tryggja sær, at allar kringumstøðurnar vóru, soleiðis sum hann ynskti tað, tá leikararnir hjá honum komu. – Tað, sum er mest umráðandi fyri okkum, er vøllurin, vit venja á. Eg var eisini og hugdi at honum týsdagin, og eg mátti biðja tey sláa grasið tvær ferðir, áðrenn longdin var passalig, sigur Brian Kerr, sum altso ikki letur serliga nógv yvir til tilvildina.










