Brian Cowen frá sum formaður

Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, kunngjørdi í dag, at hann leggur frá sær sum formaður í stjórnarflokkinum Fianna Fail, og at hann fer at brúka alla sína orku til stjórnarleiðarastarvið ístaðin fyri, til val verður tann 11. mars.

Týskvøldið vann Brian Cowen eina misálitisatkvøðugreiðslu um formanssessin í Fianna Fail, men síðani hava nakrir av ráðharrum floksins valt at leggja frá sær. Samstundis hevur hin stjórnarflokkurin, Tey Grønu, sáað iva um forsætisráðharran og evni hansara.

Tey misnøgdu halda ikki, at Brian Cowen hevur dugað serliga væl at stýra Írlandi ígjøgnum búskaparkreppuna, sum hevur rakt landið sera meint.

Andstøðan er sum vera man heldur ikki nøgd við forsætisráðharran, og í næstu viku kemur eitt misálitisuppskot hjá andstøðuni fyri í tinginum.