Brian aftur úr útlegd

Í dag skrivaðu Brian Olsen og Heðin Mortensen, formaður í EB/Streymi, undir sáttmála, sum ber við sær, at 27 ára gamli miðvallarin í 2013 og 2014 verður partur av EB/Streyma liðnum. Tað veit heimasíðan hjá EB/Streymi frá at siga.

Brian Olsen hevur mest sum alla sína tíð spælt við EB/Streymi. Undantakið er seinni partur av farna kappingarári. Tá var Brian Olsen partur av liðnum hjá 07 Vestur, sum vann deildina og harvið næsta kappingarár skal spæla í fremstu røð. Brian Olsen spældi tólv dystir við vágaliðnum, og hann skoraði sjey mál.

At Brian Olsen flutti vestur í Vágar komst av, at tað var rættuliga striltið hjá honum at vinna pláss á besta liðnum í barndómsfelagnum. Undan summarsteðginum í ár var trettan ferðir í besta hópinum – í landskappingini, steypakappingini og europeisku kappingini. Hann var tó ongantíð millum teir fyrstu ellivu. Oftast spældi hann minni enn eitt korter og ongantíð ein heilan hálvleik.

Nú verða fleiri skiftingar á FM liðnum. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari, og nýggir miðvallarar skulu spælast inn á liðið í staðin fyri Sorin Anghel og Paula G. Hansen. Nú er tað greitt, at Brian Olsen aftur nú verður við í kappingini um plássini á besta EB/Streyma liðnum.