Breyt í vanda: Go-cart breytin fyri á býráðsfundi í kvøld

- Nógv fólk nýta go-cart breytina. Umframt vanliga nýtslu, so koma eitt nú stovnar, so sum børn við avbjóðingum, rørslutarnaði og ymsir Viðgerðarstovnar.

Nú verður eingin go-cart koyring meiri uppi á Skarðsjalla. Meirilutin í Tórshavnar Býráð ætlar nevniliga at selja stykkini, har go-cart breytin er.

Býráðið sigur, at seinastu tíðina eru fleiri grundstykki til vinnuvirki seld á Skarðshjalla og nú eru eingi stykki eftir, uttan tey, sum nú verða brúkt at koyra go-cart á.

Samstundis hevur kommunan fyrispurningar frá fyritøkum, sum eru sinnað at keypa grundstykki til vinnubygningar, men kommunan hevur eingi stykki til taks.

Tí mælir umsitingin í býráðnum til, at enda royndarverkætlanina við go-kartkoyring á Skarðshjalla, og at selja tey trý stykkini til vinnubygningar.

Agnar Dahl, stigtakari til breytina sigur, at tá frammi hevur verið, at leigan hevur verið 100 krónur árliga, so er tað sjálvandi ikki rætt.

- Eg havi goldið asfalt og annað og gjørt økið klárt til go-cartbreyt. Hóast eg havi goldið, so eigur kommunan hetta. Tað er avtalan. Talan er kanska meira um eini 600.000 krónur árliga, sigur Agnar Dahl.

- Men spurngurin er, hví økið nú skal brúkast til annað virksemi? Eg fekk tað til leigu, fyrst í 3 ár, og so kundi leingjast við tveimum árum, sambært avtaluni. Á ólavsøku vóru tey 3 árini farin, so ein kann siga, at 2 ár áttu at verið eftir, sigur Agnar Dahl, sum ikki hevur stórar vónir til nýggjan sáttmála eftir býráðsfundin í Havn í kvøld.

- Ein hevur varhuga av, at umsitingin tekur avgerðirnar, og at hini so nikka, sigur Agnar Dahl.

- Og nú verður eisini sagt, at hetta vit fáast við er ólógligt, men eg fái onki nærri at vita um, hvat hetta snýr seg um, sigur Agnar Dahl undrandi.

At stykkir mangla Skarðshjalla metir Agnar Dahl er undanførsla.

- Hyggur ein niðan, so eru bert eini tvey stykkir í nýtslu, so neyvan er hetta so, metir Agnar Dahl.

Á facebook hevur hann gjørt kanning um, hvat fólk halda um go-cart breytina, og at hon nú skal burtur.

- Fólk eru á gosi, og fleiri siga seg ætla á býráðsfund í kvøld, men um hetta verður so veit eg tó ikki, sigur Agnar Dahl, sum ikki hevur stóru vónirnar um, at ætlanirnar um at taka go-cart økið verða sleptar.

- Nógv fólk nýta go-cart breytina. Umframt vanliga nýtslu, so koma eitt nú stovnar, so sum børn við avbjóðingum, rørslutarnaði og ymsir Viðgerðarstovnar. Øll kunnu ikki spæla fótbólt, sigur Agnar Dahl, sum tó metir, at hevði ein bóltur verið við í spælinum, so hevði verið lættari.

Ætlanin er at selja tey trý stykkini til vinnubygningar. Tað tekur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum undir við, og nú skal býráðið so taka endaliga støðu í kvøld.

Tað er í øllum førum greitt, at Javnaðarflokkurin í býráðnum, tekur ikki undir við at tann, sum skipar fyri go-cart koyring, skal missa stykkini, tí tey mæla til at leingja leigusáttmálan, so at stuttleikakoyringin kann halda fram í hvussu so er í tvey ár afturat.