Ein bilførari fór í gjár koyrandi frá Smyrilsvegi til Tjaldursvegin í Havn, har treytaleys víkiskylda er.
Í gáloysni koyrdi bilførarin út fyri ein annan bil, sum síðani rendi inn í síðuna av bilinum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at her var ikki talan um nakað álvarsamt so sum rúsdrekkakoyring ella líknandi.
- Hetta var bara ein av teimum tingunum sum henda í ferðsluni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Bilførarin fær tí treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað merkir, at viðkomandi skal til koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.











