Breyt nasahjólið undir lending í Vágum

Eitt flogfar hjá íslendsku sjóverjuni breyt nasahjáolið, tá tað lendi í Vágum fyrrapartin fríggjadagin. Eingin mansskaði hendi av óhappinum

Alt spældi væl av, tá ein splitta í nasahjólinum á einum íslendskum flogfari brotnaði, tá flogfarið setti seg á flogvøllinum í Vágum fyrrapartin fríggjadagin. Flogvøllurin varð stongdur einar tveir tímar orsakað av óhappinum.
Eitt flogfar hjá íslendsku sjóverjuni kom fyrrapartin fríggjadagin í Vágar við fólki, sum skuldi á ein fund í Føroyum.
Undir lendingini í Vágum brotnaði ein splitta í nasahjólinum, og flogfarið varð standandi úti á vøllinum og slapp ongan veg.
Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at eingin mansskaði hendi, og at ferðaólkini, sum vóru við flogfarinum, vóru fingin inn í terminalin og fóru víðari við bussi, sum var eftir teimum.
Flogfarið varð standandi einar tveir tímar ella so á vøllinum. Tað gjørdi so, at onnur ferðsla varð seinkað hesa tíðina. Bæði Atlantsflog og Maersk Air høvdu flogfør standandi, sum skuldu avstað, men máttu bíðað, til íslendska flogfarið var sleipað burtur av vøllinum.
Kanningarnevndir úr bæði Danmark og Íslandi skuldu koma i Vágar at kanna skaðan, sum væntandi skjótt varð umvældur, segði Finnbogi Niclasen. Hann væntaði fyrrapartin fríggjadagin, at flogfarið helst kundi fara aftur til Íslands leygardagin.