Breyt nøsina av harðskapi í nátt

– Og ein maður varð settur í eitt rúm á politistøðini til hann varð kólnaður eftir konsertina á Hálsi í nátt

 

Í nátt komu tveir mans til ilnar uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, og tað endaði við, at annars varð sligin so illa, at kanningar á Landssjúkrahúsinum vistu, at hann hevði brotið nøsina. Løgreglan fekk ikki fatur á gerningsmanninum, men tey hava eina góða ábending um, hvør tað kann vera, og royna nú at fáa fatur á honum.  

 

Annars var stór konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í nátt, so har var nógv fólk til staðar. Men tá ið tiltakið endaði, og tey fóru at rudda og fáa fólk á dyr, noktaði tann eini maðurin at fara út. Hann hevði kenning og var so ólátaður, at tey vóru noydd at ringja eftir løgregluni. Hann flættaðist heldur ikki við hjá løgregluni, so hann varð tikin á støðina, har hann varð settur í eitt rúm fyri seg sjálvan í nakrar tímar, til hann var kólnaður aftur, so varð hann leyslatin aftur.

 

Í nátt varð eisini boð eftir sløkkiliðnum á Skálafirði, eftir at varingin í einum høli hjá Føroya Tele boðaði frá eldi. Tað visti seg kortini, at talan var ikki um eld, men okkurt var kortini galið, sum fekk eldávaringina at siga frá, so tað verður skal nú kannast. Talan er um eitt teknikrúm, sum er stongt, so løgreglan útihýsir herverk, ella nakað sovorðið.