Breyt lærið í ferðsluóhappi

Leygarkvøldið breyt ein 17 ára gamal drongur lærið, tá hann við prutli sínum rendi á ein vørubil

Leygarkvøldið var ein 17 ára gamal drongur í Vágum so óheppin, at hann breyt lærið, tá hann á prutli rendi á vørubil, ið koyrdi frammanfyri hann. Førarin á vørubilinum steðgaði brádliga, tí hann helt at okkurt var galið við gervunum, og kláraði drongurin ikki at steðga og rendi tískil á bilin frammanfyri.