Sunnumorgunin varð innbrot framt í Etika á Áarvegnum. Tiknar vóru fleiri fløskur av brennivíni, víni og øli.
Tað gekk tó skjótt hjá løgregluni at fina fram til teir báðar inbrotstjóvarnar, tí annar teirra misti fartelefon sína á staðnum.
Hann varð í grundlógaravhoyri í morgun skuldsettur fyri innbrot, fyri at rýma frá løgregluni, meðan hann var í varðhaldi, og í triðja lagi at vera farin avstað við einari av fartelefonunbum hjá løgregluni.
Maðurin játtaði seg sekan í øllum trimum ákærum, men kortini kravdi ákærin mannin varðhaldsfongslaðan í 14 dagar. Hetta, tí maðurin hevur ien dóm hangandi yvir sær á 9 mánaðar fongsul.
Hóast verjin mótmælti valdi dómarin at ganga ákæranum í møti og varðhaldsfongslaði mannin í 14 dagar










