Nakað eftir døgurða í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot í Havn.
- Tað var onkur, sum hevði brotið inn í eitt fýrrúm í einum vinnubygningi í miðbýnum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at fólk, sum varða av bygninginum, høvdu sæð, at okkurt lás var brotið.
- Sum skilst, er einki stolið úr fýrrúminum, legði vaktleiðarin aftrat.










