Breyt inn í fluguskáp eftir rúsdrekka

- Nakrar fløskur og nakrar øl eru horvnar, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot eftir rúsdrekka í Havn.

 

- Vit fingu fráboðanina stutt eftir klokkan 15, og her vísti tað seg, at brotið varð inn í eitt fluguskáp.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nakrar fløskur av brennivíni og nakrar øl eru horvnar úr skápinum.

 

Lagt verður aftrat, at higartil er eingin handtikin í málinum.

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.