Breyt eina klokkuklára avtalu

- Ein klokkuklár avtala er brotin og tí kunnu vit ikki fara í verkfall næsta fríggjadag, sigur Majbritt Mohr, forkvinna í almanna- og heilsurøktarafelagnum

Verkfall

- Vit kunnu ikki longur taka undir við verkfallinum næsta fríggjadag.
Tað sigur Majbritt Mohr, forkvinna í almanna- og heilsurøktarafelagnum.
Almanna- og heilsurøktarafelagið er eitt av átta fakfeløgunum, sum nú hava avlýst samhaldsfasta verkfallið, sum skuldi leggja mestsum alt samfelagið lamið næsta fríggjadag.
Verkfallið skuldi vera  eitt mótmæli ímóti, at Landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Eftir drúgvt fundarvirksemi í tveir dagar, avgjørdu 25 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum at fara í eitt 24 tíma verkfall frá á midnátt hóskvøldið 19. mai til á midnátt fríggjakvøldið 20. mai fyri at mótmæla, at landsstýrið brúkar fútarættin sum eitt arbeiðsrættarligt amboð, sum tey 25 fakfeløgini orða seg. 
Men longu dagin eftir kom kinkur á samanhaldið ímillum fakfeløgini. Fyribils hevur tað ført við sær, at átta av teimum 25 fakfeløgunum nú hava avlýst 24 tíma verkfallið næsta fríggjadag. Og sum skilst kann tað als ikki útihýsast at fleiri feløg afturat fara sama veg og avlýsa verkfallið.
- Mikudagin vóru viðurskifti drigin upp í verkfallið, sum als onki hava vit tað at gera og tað hevur fyribils fingið átta fakfeløg at bakka út, sigur forkvinnan í almanna- og heilsurøktarafelagnum.
 
Klokkuklár avtala
Almanna- og heilsurøktarafelagið er eitt av teimum stóru feløgunum, sum nú hava avlýst verkfallið.
Majbritt Mohr leggur leggur kortini stóran dent á, at feløgini í grundregluni taka fult undir við mótmælinum ímóti, at arbeiðsósemjur verða lagdar fyri fútarættin.
- Men í Útvarpinum mikudagin var ósemjan á Landssjúkrahúsinum drigin uppí verkfallið næsta fríggjadag og tað er brot á eina klokkuklára avtalu ímillum tey 25 fakfeløgini, sum høvdu lýst verkfallið.
Majbritt Mohr sipar her til, er at forkvinnna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, ringdi til fimmaran, har hon brúkti stóran part av tíðini at viðgera ósemjuna um føðideildina á Landssjúkrahúsinum.
- Tað var annars ein klokkuklár avtala, at ósemjan um føðideildina á landssjúkrahúsinum, skuldi undir ongum umstøðum tengjast uppí fráboða 24 tíma verkfallið næsta fríggjadag, sigur hon.
Hon sigur, at tá ið tey 25 fakfeløg høvdu fund um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin til at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum, var tað hampiliga skjótt at fáa semju um, at seta áttu at verða sett í verk.
- Men tað altavgerandi at ósemjan á føðideildini ikki varð drigin upp í málið.
Majbritt Mohr sigur, at fakfeløgini, sum hava tilknýti til heilsuverkið hava ymsar áskoðanir um
ósemjuna á føðideildini og tí var tað altavgerandi fyri tey, at hendan ósemjan ikki var drigin uppí 24 tíma verkfallið í næstu viku.
- Vit løgdu stóran dent á, at einasta orsøk til at lýsa 24 tíma verkfall, er, at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga eini arbeiðsósemju og  tað mátti ikki undir nøkrum umstøðum tengjast uppí ósemjuna á føðideildini, tí hetta tiltakið skal undir ongum umstøðum uppfatast sum ein stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar ímóti leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.
- Tað einasta, sum hesi 25 fakfeløgini, sum lýstu 24 tíma verkfall næsta fríggjadag, stóðu saman um, var at mótmæla, at Landsstýrið brúkar fútarættin at steðga eini arbeiðsósemju og onki annað, sigur Majbritt Mohr.
- Tí kunnu tey átta fakfeløgini, sum hava tilknýti til heilsuverkið undir ongum umstøðum góðtaka, at forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar drog ósemjuna á føðideildini upp í kjakið í fimmaranum mikudagin og sostatt hava tey avlýst verkfallið.
- Við sínum úttalilsum í Fimmaranum hevur forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum vent málinum til at snúgva seg um ósemjuna á føðideildini, hóast vit løgdu størsta dentin á, at hon skuldi ikki dragast uppí 24 tíma verkfallið. Hetta er so stórt avtalubrot, at vit reageraðu beinanvegin og avlýsti verkfallið, sigur forkvinnan í almanna- og heilsurøktarafelagnum.