Breyt beinið í haganum

Ein 15 ára gamal drongur breyt beini í haganum oman fyri Skálabotn í gjár

Ein skúlaflokkur var farin ein túr í hagan hósdagin, men túrurin fekk ikki tann lukkuliga enda, sum næmingarnir høvdu væntað. Ein 15 ára gamal drongur í ferðalagnum, breyt sær beinið á túrinum.


Eftir tí, sum Sosialurin skilir, byrjaði túrurin á Selatrað, haðani flokkurin hevði ætlanir um at ganga yvir um fjalli og so koma omanaftur í Skálabotni.


Portørar fóru niðan í hagan eftir tí óhepna dreinginum, og teir bóru hann oman í bilin, sum stóð nakað uttanfyri Skálabotn. Drongurin varð síðani koyrdur á Landssjúkrahúsið