Breyt beinið

Beint eftir døgurða sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var gliðin í Skorunum millum Skæling og Norðadal. Maðurin var saman við fleiri øðrum, og tey fingu givið boð frá sær, og tyrlan kom eftir manninum, sum bleiv fluttur á landssjúkrahúsið við brotnum beini.