Tað var um 08-tíðina í morgun, at ein bilførari av óvart bar við eina kvinnu, sum skuldi úr Skopun við Teistanum klokkan 08.10.
Men, í staðin at sleppa havnartúrin, sum hon hevði ætlað sær, endaði hon á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Eftir hendingina á ferjuleguni í Skopun var sjúkrabilurin skjótur á staðið, tók kvinnuna uppí og fór um fjørðin við henni í somu rutu, sum hon annars hevði ætlað sær.
Kvinnan slapp tó kki uttan mein, tí í stoytinum við bilin breyt hon bæði fótin og hondina. Hondin er løgd í gips, og kvinnan hevur fingið ein stivla á fótin.