Breyt albogan

Danski landsliðsmálmaðurin Jesper Christiansen breyt albogan í dystinum millum FCK og Brøndby í gjár. Ein av Brøndby-spælarunum rendi ógvusliga inn í Jesper Christiansen, sum varð borðin av vølli á børu. Ein fyrrverandi málmaður heldur, at vandi er fyri yrkisleiðini hjá Christiansen nú.

- Tað ringasta, sum kann henda er, at hann ikki heldur fram at spæla. Men er tað lítil møguleiki fyri, at albogin hjá honum blívur aftur, sum hann var, sigur Per Wind við BT.