Brexit samráðingar byrja í dag

Um tvey ár skal, í mars 2016, er Bretland úr ES. Tað er ætlanin í øllum førum. Samráðingarnar millum ES og Bretland skulu næstu tvey árini verða grundarlagið undir tí avtalu, ið Bretland skal fáa, tá tey ikki longur eru eitt ES land. Enn eru samráðingarnar tó ikki av álvara farnar í gongd. Byrjanin er í dag.

 

David Davis, samráðingarleiðari í Bretlandi, og Michel Barnier, samráðingarleiðari fyri ES, hittast í Bruxelles í dag. Eftir ætlan skulu teir byrja mannagongdina fyri samráðingunum millum partarnar.

 

Bretland vil hava handilssamráðingarnar ovast á samráðingarlistanum, men ES vil hava greiðu á skilnaðarbrævinum fyrst. Tað vil siga, hvussu Bretland og ES skulu enda samstarvið á teim økjum, sum eru felags um. Har er millum annað hvussu Bretland skal rinda sín part í komandi fimm ára ætlanini hjá ES, hvussu markið millum ES Norður Írland og Írland skal loysast og hvussu rættindini hjá ES borgarum í Bretland og bretskum borgarum í ES, kunnu fáast uppá pláss.

 

Bretland hevur ikki besta útgangsstøði at samráðast út frá. Ivi hevur verið sáddur um hvussu sterk tann bretska stjórnin er eftir seinasta val, har konservativi flokkurin misti meirlutan.