Bretska blaðið Sunday Times hevur fingið fatur á einum skjali, ið vísir á, at avleiðingarnar av Brexit fyri Stórabretland kunnu gerast rættiliga álvarsamar.
Operation Yellowhammer, sum skjalið eitur, er úrslit av samstarvi millum fleiri bretsk stjórnarráð, og í skjalinum stendur, at royndirnar at skipa fyri lagaligum markarviðurskiftum millum Írland og Norðurírland fara ikki at ganga.
Aðrar avleiðingar, ið standa í skjalinum, eru:
- Feskar matvørur verða minni atkomuligar og dýrari
- Hart landamark í Írlandi, ið fer at hava við sær stór mótmæli
- Minni atgongd til brennievni
- Longri bíðitíð til heilivág, teirra millum insulin
- Øsing og ófriður millum fólki, sum avleiðing av matvøru- og heilivágstroti
- Longri bíðitíðir við ES flogvallir og við Evrotunnilin
- Seinkingar í fleiri mánaðir við bretskar havnir
Michael Gove, ið hevur ábyrgd fyri at gera ætlanir í sambandi við eitt "no-deal" Brexit, vil vera við, at skjalið tekur støði í ringast hugsandi føri,
- Vit plaga vanliga ikki at gera viðmerkingar til lekar - men nøkur fakta - Yellowhammer er versta ímyndaða hendingagongdin - stór tøk er tikin seinastu tríggjar vikurnar fyri at seta ferð á Brexit planleggingina, skrivar Michael Gove á Twitter.
Ein kelda hjá BBC vil vera við, at at tað er ein fyrrverandi ráðharri, ið hevur latið Sunday Times skjalið fyri soleiðis at ávirka samráðingarnar við ES.