Fyrrverandi bretski forsætismálaráðharrin Gordon Brown hevur í dag kunngjørt, at hann telist millum teirra, ið ynskir eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit.
Harumframt ger hann greitt, at um Bretland fer úr ES í mars, má møguleikin vera til staðar fyri at sleppa upp í part aftur. Tað skrivar bretska blaðið the Guardian,
- Eg trúgvi ein fólkaatkvøðu fer at henda, tá fólk varnast at nógv er broytt síðan 2016. Fyrr ella seinni vilja tey hava síðsta orðið í málinum, segði Gordon Brown í eini røðu í Londin í dag.
Gordon Brown var síðsti formaðurin í bretska arbeiðaraflokkinum, ið hevur røkt starvið sum forsætismálaráðharri. Hann tók við starvinum, tá Tony Blair legði frá sær í 2007 og sat fram til 2010.