Brexit: Bretskur tinglimur tveittur úr tinginum

Lloyd Russel-Moyle, umboð fyri Labour í enska tinginum, bleiv í gjár tveittur út úr tingsalinum.

 

Hetta hendi, aftan á at hann í kjakinum um Brexit, tók kongaliga stavin, sum liggur mitt í tinghúsinum.

 

Kongaligi stavurin ímyndar myndugleikan hjá kongi, og sambært bretskari lóg kann tingið ikki viðgera ella samtykkja lógir, um stavurin ikki er í tinginum.

 

Russel-Moyle gjørdi hetta fyri at vísa sína ónøgd við, at Theresa May hevur avgjørt at avlýsa atkvøðuna um Brexit-avtaluna, í eini roynd at fáa eina betri avtalu í lag áðrenn.

 

Vandi var annars fyri, at hon fór at tapa atkvøðugreiðsluna í bretska tinginum í gjár.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein tinglimur fer eftir kongaliga stavinum. Seinast var í 2009, tá John McDowell  mótmælti, at tingið gav loyvi til at útbyggja Heathrow-flogvøllin.

 

Lloyd Russel-Moyle sleppur tó at taka sæti á tingið aftur í dag.

 

Sí mótmæli í kaganum omanfyri.