Brexit-avtalan nærkast

Forsætisráðharrin hevur kunnað stjórnarráðið um, at ein semja er nær

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur í dag kunnað sítt stjórnarráð um, at ein semja um Brexit nærkast. Tað skrivar Reuters tíðindastovan, ið millum annað endurgevur the Financial Times.


Keldur hava upplýst fyri bretska blaðnum, at ein loysn tykist at verið funnin á tær ósemjur, ið hava verið í samráðingunum, og at tað nú er líkt til, at avtalan skjótt verður staðfest. Tað er serliga spurningurin, um hvussu markið millum Norðurírland og Írland skal skipast, ið hevur skilt partarnar, men sum Financial Times skilur, so er semja nú um hetta.


Men longu nú er greitt, at tað verður ikki uttan stríð, at hon verður samtykt. Sambært Financial Times eru Andrea Leadsom, leiðari fyri Undirhúsið, og Esther McVey, arbeiðs- og pensjónsráðharri, klár at leggja frá sær, tí tey taka ikki undir við avtaluni.


Hinvegin veður mett, at bæði Michael Gove, umhvørvisráðharri, og Dominic Raab, Brexi-ráðharri, stuðla avtaluni.


Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár, men enn hevur tað ikki eydnast at fingið eina semju í lag millum ES og Bretland um hvussu tað letur seg gera.