Brexit-atkvøðan útsett

Men Theresa May tvíheldur um, at Brexit verður ikki útsett

Bretska parlamentið fer ikki sum ætlað at atkvøða um Brexit-avtaluna millum bretsku stjórnina og ES í morgin. Tað er greitt, aftaná at Theresa May í dag hevur boðað frá, at hon útsetur atkvøðuna.


Parlamentið hevur seinastu dagarnar kjakast um avtaluna og skuldi eftir ætlan atkvøða um avtaluna í morgin, men í røðu í Westminster í dag boðaði forsætisráðharrin frá, at hon, aftaná at hava lurtað eftir kjakinum, hevur avgjørt at útseta atkvøðuna.


Forsætismálaráðharrin duldi ikki fyri, at orsøkin til avgerðina var, at hon var vís í, at tinglimir fóru at vraka avtaluna. Hetta hóast, at hon er sannførd um, at flestu tinglimir stuðla meginpartin av avtaluni, men eru einans ónøgdir við avtaluna um markið í Norðurírland. .


- Um vit hildu á og atkvøddu í morgin, so hevði hon verið vrakað av einum greiðum meiriluta, segði forsætismálaráðharrin.


John Bercow, tingformaður, fanst at avgerðini hjá forsætismálaráðharranum, ið hann helt kom í so seint, og heitti tí á hana at lata tinglimir avgera, um teir kortini skulu atkvøða um avtaluna.


Hesum sýtti hon fyri, men upplýsti, at hon fer at brúka næstu dagarnar at sannføra ivandi tinglimir um, at talan er um eina avtalu, ið teir kunnu atkvøða fyri.


- Hetta er rætta avtalan fyri Bretland. Eg fari at gera alt eg kann fyri at veita tí trygd, ið hetta parlament krevur, fyri at fáa hesa avtaluna í lag fyri tað bretska fólkið, segði Theresa May.


Júst nær nýggja atkvøðan verður er enn óvist.