Bretum hóvar ikki ES

Næstan tveit triðingar av veljarunum í Bretlandi halda, at landið eigur at loysa seg eitt sindur frá ES og myndugleikunum í Bruxelles. Tað sæst í kanning, sum blaðið The Sunday Telegraph prentaði í gjár. Har sæst, at 16 prosent vilja hava Bretland at taka seg burtur úr ES sum skjótast, og at heili 48 prosent eru fyri at loysa Bretland eitt sindur frá ES. Hesi halda, at bretskir myndugleikar eiga at fáa aftur ymsar avgerðir, sum nú eru í ES. Sama kanning vísir, at 24 prosent av bretum vilja hava evruna til gjaldoyra, men at heili 64 prosent eru fyri at varðveita pundið.