Í næstu viku kemur Alistair Carmichael, ið er bretskur ráðharri í skotskum viðurskiftum, til Føroya.
Hann kemur mánadagin og fer avstað aftur longu dagin eftir týsdagin.
Løgmansskrivstovan sigur í eini fráboðan í morgun, at Alistair Carmichael, ið umboðar Liberal Democrats í bretsku samgongustjórnini, fer at hitta umboð fyri politisku skipanina og vinnuna.
Hann skal millum annað á fund við løgmann, landstýrismannin í vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Føroya Tele, Atlantsflog og Vága Floghavn.
Tað er Sendistova Føroya í London, ið hevur fingið vitjanina í lag.
Alistair Carmichael er 49 ára gamal og varð valdur í bretska tjóðartingið í 2001.