Bretskur ráðharri slept dreymi um at gerast Nato-stjóri

Verjumálaráðharrin í Bretlandi, Ben Wallace, hevur viðgingið, at dreymur hansara um at gerast næsti aðalskrivari í Nato ikki fer at ganga út.

 

Tað segði hann í samrøðu við The Economist.

– Tað fer ikki at henda, segði hann.

Sambært 53 ára gamla Wallace vil USA, at núverandi aðalskrivarin, norski Jens Stoltenberg, verður sitandi í starvinum.

Fyrst í juni tyktist Wallace at vera eitt seriøst boð upp á ein nýggjan aðalskrivara.

– Tað hava eitt evni, sum er sera væl kvalifiserað, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, um Wallace, eftir at Biden hevði havt vitjan av bretska forsætismálaráðharranum, Rishi Sunak, í Hvítu Húsunum.

Ben Wallace hevur verið tað valevnið, sum hevur verið mest opin kring ynski sítt um Nato-starvið. Nú er hann eisini opin um, at tað ikki verður hann.

/ritzau/