- Bretland átti at hálova ávirkanini hjá kristindóminum á mentan okkara,segði bretski ráðharrin, Parmjit Dhanda, tá Undirhúsið hevði orðaskifti um fobi ímóti kristindóminum Dhanba, sum er ráðharri í tí sum svarar til kommunumál, fegnaðist undir orðaskiftinum um, hvussu kristnir bólkar altíð hava stríðst fyri talufrælsinum og trúarfrælsinum. Hesir bólkarnir hava eisini havt sín týðandi leiklut í, hvussu hesi rættindini verða vird í dag.
- Vit áttu øll at verið tilvitað um hetta og hálova tí, segði hann sambært BBC.
Parmjit Singh Dhanda, sum hansara fulla navn er, er borin í heim í London av foreldrum sum eru flutt hagar úr India.
Tað var annars tingmaðurin, Mark Pritchard úr konservativa flokkinum sum hevði tikið stig til orðaskiftið.
Hann helt, at ?politiskt rættar brigadur?, sum hann málbar seg, undirgrava teir kristnu siðirnar við ynskinum um at fáa teir at hóska til marginal viðurskifti í samfelagnum.