Í Bretlandi hevur orkumálaráðharrin, Chris Huhne, lagt frá sær í dag, eftir at ákæruvaldið hevur skuldsett hann og fyrrverandi konu hansara fyri at hava roynt at fjala sannleikan í sambandi við eitt ferðslumál.
Í mars í 2003 avdúkaði eitt ferðmátingartól hjá løgregluni, at Chris Huhne koyrdi skjótari enn loyvt, men hann greiddi løgregluni frá, at tað var ikki hann, men konan, sum koyrdi. Tað váttaði konan, men løgreglan helt uppá, at tað var Chris Huhne, sum koyrdi, og tey bæði vórðu skuldsett fyri at hava forðað fyri, at málið fekk rætta viðgerð.
Í einari fráboðan heldur Chris Huhne uppá, at hann er ósekur, men at hann kortini hevur gjørt av at fara frá, so málið ikki skal órógva stjórnina.
Chris Huhne er valdur í Parlamentið fyri libarala flokkin. Hann og konan fóru hvør til sítt í fjør.