Liberaldemokraturin David Laws hevur lagt frá sær sum búskaparmálaráðharri í bretsku stjórnini, tí hann er avdúkaður fyri at hava misbrúkt almennar pengar. Sambært fjølmiðlunum hevur hann brúkt 40.000 pund ella á leið 350.000 krónur til at rinda húsaleigu fyri ein mann, sum hann heldur saman við.
David Laws segði í dag, at hann hevði kunnað David Cameron, forsætisráðharra og Nick Clegg, varaforsætisráðharra um avgerð sína. Hann hevur biðið um umbering fyri mistakið og lovað at endurrinda pengarnar.
Liberaldemokraturin Danny Alexander tekur við sum búskaparmálaráðharri, sigur BBC.









