Bretskur ráðharri etur miðmála á Kósini

Á middegi kemur bretski ráðharrin í fiskivinnumálum til Føroya

Í dag og í morgin vitjar George Eustice, bretskur ráðharri í fiskivinnumálum, í Føroyum.

Ráðharrin lendur á flogvøllinum í Vágum á middegi í dag, og haðani verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har miðmáli og fundur verður á Kósini við høvuðsleikararnar í føroysku fiskivinnuni. Eftir hetta gongur leiðin til Fuglafjarðar, har fylgið vitjar umborð á einum uppsjóvarskipi.

Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli.

Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra. Sum tað síðsta á vitjanini fer hann á fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.

Beint fyri middag hósdagin hittir George Eustice fjølmiðlar.