Bretskur innflutningur av russiskari olju steðgaður

Bretsku revsitiltøkini hava útruddað allan innflutning av russiskari olju og gassi og næstan steðgað vøruinnflutninginum.

 

Fyri fyrstu ferð í 25 ár innflutti Bretland í juni als einki brennievni úr Russlandi.

Tað upplýsti bretska hagstovan Office for National Statistics (ONS) í gjárkvøldið sambært tíðindastovuni Reuters.

Innflutningssteðgurin er komin av revsitiltøkunum ímóti Russlandi av landsins innrás í Ukraina í februar.

– Tað er ein afturgongd upp á 499 milliónir pund (100 prosent) samanborið við mánaðarliga miðal fyri teir 12 mánaðirnar frá til februar í 2022, upplýsir ONS í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.

Dátur frá ONS vísa harumframt, at innflutningurin av vørum úr Russlandi í juni fall við 97 prosentum í mun til sama mánað árið fyri, tá einki hernaðarlig stríð var millum Russland og Ukraina.

Samanumtikið er bretski innflutningurin úr Russlandi í juni uppgjørdur til 33 milliónir pund. Tað er lægsta upphædd, síðani ONS fór at føra hagtøl um tað í 1997.

Bretska stjórnin hevur bannað innflutningi av ávísum russiskum vørum og sett tollin upp á øðrum russiskum vørum. Tað er bannað at innflyta allar stál- og jarnvørur. Tað sama er galdandi fyri gull- og silvurvørur.

Tiltøkini eru partur av revsitiltøkunum, sum hava til endamáls at gera Russiska búskapin veikari.

Stjórnin í London hevur eisini sagt, at hon innan árslok fer at steðga øllum innflutningi av olju og oljuúrdráttum úr Russlandi.

Í 2021 var Russlandi størsti veitari av reinsaðari olju til Bretlands. Sambært ONS við einum parti upp á yvir 24 prosent av samlaða innflutninginum av reinaðari olju.

Russland veitt eisini 5,9 prosent av øllum bretskum innflutningi av ráolju eins og næstan fimm prosent av gassi.

Í juni var eingin innflutningur yvirhøvur av reinsaðari olju, ráolju, gassi, koli, koksi ella brikettum úr Russlandi.

Í staðin er innflutningurin av reinsaðari olju hækkaður úr Saudi-Arabia, Kuwait, Hollandi og Belgia seinastu mánaðirnar, upplýsir ONS.

/ritzau/