Bretskur dómstólur: Assange skal handtakast

Wikileaks-stovnarin kann enn ikki fara av sendistovuni hjá Ekvador í London. Men um eina viku kemur enn nýggj avgerð í málinum.

 

Ein bretskur dómstolur heldur fast um handtøkuboðini, sum eru um Julian Assange. Men longu í næstu viku kemur ein nýggj avgerð í málinum.

 

Sakførarar hjá Wikileaks-stovnaranum hava biðið dómstólin taka støðu til, um tað »almannagagnligt« at halda fast um handtøkuboðini. Tey vórðu givin, eftir at Assange breyt regklarnar um leyslating ímóti veðhaldi.

 

Assange hevði biðið dómstólin í London strika handtøkuboðini, so hann kundi fara av sendistovuni hjá Ekvador í bretska høvuðsstaðnum.

 

Her hevur hann búð seinasta hálvtsætta árið. Um hann fer av sendistovuni, kann hann rokna við at verða handtikin av bretsku løgregluni.

 

Handtøkuboðini vórðu givin, tá Assange krógvaði seg á sendistovuni hjá Ekvador í London. Harvið breyt hann reglarnar fyri leysting ímóti veð.

 

Ekvador gav honum síðani friðskjól og ríkisborgararætt. Men vegna bretsku handtøkuboðini hevur hann ikki kunna farið av sendistovuni og til Ekvador.

 

Men Emma Arbuthnot, dómari, var ikki samd við Wikileaks-stovnaranum og sakførarum hansara.

 

– Eg eri ikki sannførd um, at handtøkuboðini skulu takast aftur, sigur hon í sambandi við avgerðin í dag.

 

SMark Summers, sakførari hjá Assanges, bað dómarin endurumhugsa, um tað er í almannaáhuga hjá Bretlandi at halda fast um handtøkuboðini av klienti sínum fyri at hava brotið treytirnar fyri leyslating ímóti veðhaldi.

 

46 ára gamli Assange hevur krógvað seg á sendistovuni í London síðani 2012. Hann óttaðist at verða latin Svøríki og síðani víðari til USA.

 

Svensku myndugleikarnir hava fyrr ynskt Assange latnan teimum fyri ákærur um neyðtøku. Hann hevur allatíðina víst aftur, at ákærurnar hava nakað við seg at gera.

 

Svøríki slepti umbønini um at fáa fatur á Assange í mai 2017.