Ein bretskur dómstólur sigur í avgerð í dag sambært AFP, at WikiLeaks-stovnarin Julian Assange ikki skal útflýggjast USA, har hann kann fáa fongsulsdóm.
Niðurstøðan kann kærast.
Tann 49 ára gamli Assange, sum er avstralskur ríkisborgari, er ákærdur av USA fyri at hava samstarva við fyrrverandi fregnartænastugreinara í amerikanska herinum, Chelsea Manning, um at leka stórar mongdir av loyniligum tilfari í 2010.
Advokatar hjá Julian Assange siga, at ákærurnar eru politiskt grundaðar.
Assange situr í løtuni varðhaldsfongslaður í einum fongsli í London.
Bretska løgreglan handtók hann á sendistovuni hjá Ekvador í apríl í 2019, har hann hevði søkt sær skjól í sjey ár.
/ritzau/AFP











