Iransku myndugleikarnir siga, at teir umhugsa at lata herflotamenninar koma fyri rættin. Iransku myndugleikarnir halda fast um, at teir bretsku herflotamenninir vóru í iranskum sjógvi, tá teir vórðu tiknir fríggjadagin.
Tað avsanna bretar, og Tony Blair, forsætisráðharri, kravdi í gjár, at herflotamenninir verða latnir leysir alt fyri eitt. Hann legði afturat, at stjórnin roynir at loysa málið á friðarligan hátt.
Í gjár frættist úr Teheran, at iransku myndugleikarnir umhugsa at lata teir 15 bretsku herflotamenninar koma fyri rættin.










